Herd krøv frá Skráseting Føroya at lata inn ársfrásagnir

Seinast 6 mánaðir eftir at roknskaparárið er endað, skal ársfrásøgnin verða latin inn til Skráseting Føroya sambært § 138 í ársroknskaparlógini. Eftir at freistin er farin, hevur felagið fingið eina áminning við fýra vikurs freist. Um eingin ársfrásøgn er latin inn, verður felagið sent Skiftirættinum til avtøku.

Frá 1. juli 2018 verður mannagongdin broytt til:

  • Um ársfrásøgn ikki er latin inn til tíðina (6 mðr. eftir roknskaparlok), fer Skráseting Føroya við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda avgjald (bøtur). Um felag hevur stjóra og nevndarlimir, verða álagt nevndarlimum persónliga at rinda avgjald. Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið. Leiðslulimir ábyrgjast persónliga fyri avgjaldinum. Um avgjaldið ikki verður goldið til tíðina, verður kravið sent til pantingar.

  • Upphæddirnar eru 500 kr., 2.000 kr. ella 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðslu.

  • Teir fyrstu 8 dagarnir eftir, at freistin er farin, verður einki gjørt.

  • Skráseting Føroya fer framhaldandi við heimild í § 150, stk. 3 í ársroknskaparlógini og §§ 225-226 í vinnufelagslógini, at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt.

    Dømi um hvussu avgjaldið verður roknað hjá felag, sum hevur freist 30. juni og ikki letur inn ársfrásøgnina til tíðina og tí fær ein rykkjara:

 

  • Um ársfrásøgnin er latin inn áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt.

  • Verður nýggja freistin ikki hildin, verður avgjald álagt á 500 kr./pr. lim.

  • Verður freistin 31. juli ikki hildin, verður avgjald álagt á 2.000 kr./pr. lim.

  • Verður freistin 31. august ikki hildin verður avgjald álagt á 3.000 kr./pr.lim.

 

Kunningarskriv 10.04.2018 á www.skrasting.fo

 

RoknskapurMENTA