ERFA og PK Kurser við 40 tíma skeið í viku 40 í 2020

ERFA er, í samstarvi við PK Kurser, við at fyriskipa eitt vikuskeið í eftirútbúgving fyri grannskoðarar o.o. Ætlanin er eisini at fáa danskar grannskoðarar heim á klettarnar á skeiðið og soleiðis verða góðir møguleikar fyri fakligum práti og samveru við danskar starvsfelagar.

Skeiðið, sum verður í viku 40, er ætlað at dagføra grannskoðarar o.o., fríska upp og fáa tað nýggjasta innan økini:

  • Skatt og mvg

  • Roknskap

  • Átekningar

  • Grannskoðan

Skeiðið gevur 40 tímar í góðkendari eftirútbúgving hjá grannskoðarum, advokatum o.ø.

Tað verða fakfólk og statsaut. revisorar frá PK Kurser við nógvum ára royndum, ið koma at undirvísa.

Skeiðið verður hildin í Havn. Kostnaður er ikki ásettur enn.

Nærri kunning um skeiðið verður løgd út á heimasíðuna hjá ERFA – http://www.erfa.fo/

SkeiðMENTA